Føroyskt (FO)English (UK)

Søla

Steingrund Akustik veitir hátalaraskipanir til fastar installatiónir og annað brúk. Í hesum sambandi kunnu vit bjóða eina heildarloysn, har vit projektera loysnina, veita hóskandi útgerð og gera installatiónina. Talan kann eisini vera um ljósanlegg, heysiverk, gardinur og teppi. Um tað er ynskiligt, kunnu viðskiftafólk sjálvi standa fyri ávísum pørtum av projektinum, til dømis installatiónini.

Í serstøkum førum bjóða vit eisini fram video-loysnir, so ljóð og mynd kunnu sendast frá til dømis eini kirkju ella samkomuhøli til eitt eldrasambýli.

Her er ein listi yvir tey merki og fyritøkur, sum vit hava góðar avtalur við:

Fyritøkur:
Moto Audio Sales, AC-Entertainment, SC-Sound, Adam Hall

Hátalarar:
L-Acoustics, Renkus-Heinz, RCF

Miksipultar:
Soundcraft, Allen&Heath, Yamaha

Mikrofonir:
Shure, Sennheiser, DPA

Steingrund Akustik er góðkent umboð fyri DPA Microphones í Føroyum

 

Senest opdateret (Onsdag, 09. januar 2013 15:03)