Føroyskt (FO)English (UK)

Tíðindir


Streaming av ljóð og mynd
Steingrund Akustik hevur júst gjørt eina loysn til Gøtu Kirkju, har ljóð og mynd verða streamaði yvir internetið til Eldrasambýlið Gøtubrá.

G! Festival 2013
Í løtuni ráðgeva vit G! Festivalinum í arbeiðinum við at finna alla ta teknisku útgerð, sum skal nýtast til konsertirnar í summar. Her er talan um pallar, ljóð- og ljósútgerð og ljóðføri.

Skúli á Argjum
Steingrund Akustik ger í løtuni arbeiði fyri MAP Arkitektar og Tórshavnar Kommunu í samband við bygging av nýggjum skúla á Argjum. Hetta er ein stór verkætlan, har millum annað ljóðsimuleringar verða gjørdar av teimum stóru hølunum.

Nýggj kirkja á Glyvrun
Árni Winther Arkitektar, sum vunnu kappingina um nýggja kirkju á Glyvrun, hevur biðið Steingrund Akustik vera ráðgeva í ljóðviðurskiftum til hesa stóru verkætlan.

Løkshøll í Runavík
Í hesi verkætlan hevur Steingrund Akustik verið ráðgevi í rúmakustikki, hátalaraskipan, ljósskipan, heysiverk, teppi og gardinur. Løkshøll hevur variabla eftirklangstíð, so at hon bæði kann nýtast til symfoniorkestur og kór við langari eftirklangstíð og til rock-konsertir og talu, ið krevur stutta eftirklangstíð. Umleið 300 m2 av ljóðabsorberandi gardinum broyta klangin. Hátalarafronturin er ein Kiva/Kilo line array við SB118 basshátalarum frá L-Acoustics. Til pallljós eru 24 dempararkanalir frá Avolites og 24 Source Four lampur frá ETC. Nýggju elektronisk heys eru undir loftinum til pallteppi og annað, harav 5 heys við ljósskinnara í.

Norðurlandahúsið í Havn
Í samband við framførslu av The Wall í Norðurlandahúsinum fyrst í 2009, veitti Steingrund Akustik húsinum ein nýggjan hátalarafront av slagnum Kiva/Kilo line array við SB118 basshátalarum frá L-Acoustics.

Senest opdateret (Onsdag, 09. januar 2013 15:12)