Føroyskt (FO)English (UK)

Ofta Spurdir Spurningar

 

Spurningur
Eg havi hoyrt, at gipsplátur eru goðar fyri ljóð. Er tað rætt?

Svar
Tað velst um, hvat tú meinar við. Gipsplátur eru lutfallsliga góðar til at doyva ljóð, so at tað ikki hoyrist ímillum tvey rúm. Men tær eru ikki góðar til at doyva rúmklangin í einum rúmi.

Spurningur
Eg havi hoyrt, at træloft er tað besta fyri ljóðið. Er tað rætt?

Svar
Um rúmið skal brúkast til okkurt við longum klangi, til dømis kórsang, kann eitt træloft vera væl egnað. Men skal rúmið hava stuttan rúmklang, (sum til dømis samanbygd stova-køkur, ella ein skrivstova til fleiri fólk eigur at hava), so er træloft ikki tað besta. Í nógvum førum ónýtiligt.

Senest opdateret (Mandag, 07. juni 2010 19:32)