Føroyskt (FO)English (UK)

Ljóðmátingar

2260 Investigator 

Steingrund Akustik hevur útgerð til at gera umfatandi ljóðmátingar og eftirviðgerð.

Frá einum av heimsins fremstu framleiðarum av ljóðtøkniútgerð, Bruel & Kjær, hava vit hesi instrument: Type 2260 ljóðmátari, type 2238 ljóðmátari, type 4231 kalibrator, type 3207 bankimaksina, PC software 7815 Noise Explorer, 7820 Evaluator, 7825 Protector, 7830 Qualifier.

Vit bjóða millum annað hesi sløg av ljóðmátingum:

  • luftljóðsisolatión, R'w (hvussu væl hoyrist prát og hátalaraljóð ímillum rúm)
  • trinljóðsisolatión, L'w (hvussu væl hoyrast fótafet - høgir hælir - gjøgnum eitt gólv)
  • eftirklangstíð, RT60 (hvussu nógvur klangur/óljóð er í einum rúmi)
  • bakgrundsóljóð, LAeq (hvussu nógv óljóð kemur frá ventilatión, oljufýr, rennandi vatni o.s.fr.)
  • rúmakustik, Speech Transmission Index (STI), (hvussu skillig er tala í einum rúmi), o.s.fr.
  • óljóð frá havnum, vegum og virkjum, LAeq
  • óljóð á arbeiðsplássinum, LAeq, RT60

Har trupulleikar verða staðfestir, gera vit uppskot til loysn av teimum og koma við tilmælum.

Senest opdateret (Mandag, 07. juni 2010 17:41)