Føroyskt (FO)English (UK)

Ráðgeving

Simuleraði hølir og støjkort.
Ljóðráðgeving
Steingrund Akustik veitir loysnir og ráðgeving innan alt, sum hevur við ljóð at gera. Undir hesum hoyrir projektering av nýbyggingum og umbygging og specifikatión av audio/video loysnum.

Ljóðsimuleringar
Eitt amboð, sum verður nýtt í hesum arbeiði, eru ljóðsimuleringar, ið verða gjørdar við forritinum, Odeon. Hetta fer fram á tann hátt, at tekningar frá arkitektinum verða lagdar inn í forritið, tilfar til gólv, loft og veggir verður fastlagt, og síðani roknar forritið ymiskar ljóðparametrar út. Millum annað eftirklangstíð, ljóðstyrki, STI o.s.fr. Eisini ber til at hoyra, hvussu tað ljóðar í tí ávísa hølinum. Hetta verður gjørt við hoyritelefonum ella hátalara. Ljóðsimuleringar verða serliga brúktar til konserthøli, kirkjur, skúlar og størri skrivstovur, men kunnu eisini brúkast til minni høli.

Bygningsakustikkur
Í løtuni verður arbeitt við, at seta í gildi almen krøv til bygningar, millum annað ljóðkrøv. Støði verður tikið í tí danska ”Bygningsregelmentet 2008” (BR08). Roknast má við, at ljóðkrøvini verða næstan óbroytt í tí føroysku byggireglugerðini, sum er í gerð í løtuni og væntandi kemur í gildi um stutta tíð. Talan verður tá um krøv til: luftljóð, trinljóð, eftirklangstíð og bakgrundsóljóð. Ráðgeving okkara tryggjar, at øll hesi krøv verða gingin á møti.

Óljóðkort (støjkort)
Í samband við óljóð uttandurða gera vit eitt sokallað óljóð- ella støjkort, sum vísir ljóðtrýstið yvir eitt geografiskt øki. Hetta kann vera frá vegum, havnum, virkjum, byggiplássum o.s.fr.

 

Senest opdateret (Mandag, 07. juni 2010 19:48)