Føroyskt (FO)English (UK)

Um okkum


Á skrivstovuni við útsýni yvir vánna.Samband
Steingrund Akustik Sp/f - Leitisvegur 94 - FO-600 Saltangará - Tel:+298 448680 - Fax:+298 448680 - Mob: +298 228680 - email: Denne emailadresse er beskyttet mod programmer som samler emailadresser. Du skal aktivere javascript for at kunne se adressen. - www.steingrund.com
Konto: Eik Banki 9181-1621655 - CVR: 564435

Søgan
Steingrund Akustik er ein familjufyritøka, stovnað av Johannes Steingrund, sivilverkfrøðingi við sergrein í akustikki. Vit veita ráðgeving um ljóðviðurskifti. Fyrsta verkætlan, sum vit gjørdu rúm-akustik til, var Mentanarhúsið í Fuglafirði. Projekteringin varð gjørd í 1993, og húsið varð tikið í nýtslu í 2001. Síðst í nítiárunum vórðu tær fyrstu ljóðmáti-uppgávurnar gjørdar. Millum annað í samband við umvæling av Havnar Kirkju, og í Gøtu Kirkju. Í 2001, tá familjan Steingrund flutti til Føroya at búgva, varð av álvara farið undir at veita ráðgeving um ljóðviðurskifti til byggivinnuna í Føroyum. Fyrstu árini koyrdi virkið sum ein eitt-manns-fyritøka, síðani sum mvg-skrásett felag, og í 2007 varð fyritøkan skrásett sum smápartafelag. Síðani 1989 hevur Johannes Steingrund arbeitt fyri hátøknifyritøkuni, Bruel & Kjær, ið er ein stór donsk fyritøka við fleiri deildum úti í heimi. Fyritøkan framleiðir mátiútgerð til ljóð, og Bruel & Kjær er framvegis í dag ein týðandi samstarvsfelagi og kundi hjá Steingrund Akustik.

Starvsfólk
Jóhannes Steingrund, MSc. E.E., HD í uttanríkishandli, stjóri og eigari
Alex Sivertsen, AP graduate in computer science, programmering, ljóðtøkningur
Benjamin Pedersen, MSc. E.E., Ph.D. í akustik, freelance ráðgevi
Unn E. Steingrund, bókhald, seyming
Regin Bjarnastein, radiomekanikari, freelance allround
Bárður S. Solmunde, freelance ljóðtøkningur

Samstarvsfelagar
Steingrund Akustik arbeiðir saman við Jordan Akustik í Danmark, tá størri uppgávur skulu loysast. Opus í Runavík er við í installatiónsarbeiði.

Ábyrgd
Steingrund Akustik Sp/f hevur eina verkfrøðingaábyrgdartrygging.

Senest opdateret (Onsdag, 09. januar 2013 15:10)