Føroyskt (FO)English (UK)

Vælkomin til Steingrund Akustik Sp/f

 

Ráðgeving innan ljóð

Symfoniorkestur og simulerað konserthøll

Steingrund Akustik Sp/f er eitt virki, sum við hollum teoretiskum serkunnleika og áralongum praktiskum royndum, ráðgevir og skapar loysnir innan alt tað, sum hevur við ljóð og óljóð at gera.

Vit arbeiða fyri konserthøli, spælistøð, festivalar og onnur, ið vilja hava tónleikin at ljóða so væl sum yvirhøvur til ber.

Eisini arbeiða vit fyri arkitektar, byggifeløg og byggiharrar við at projektera nýbygningar, so ljóðviðurskiftini í teimum nýggju bygningunum verða tey best møguligu. Hetta arbeiði fevnir somuleiðis um privat sethús og bústaðir.

Arbeiðsøki okkara fevnir harafturat um uppgávur fyri arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar, sum vilja tryggja seg ímóti, at long eftirklangstíð og óljóð forkoma arbeiðsgleðini.

Vit arbeiða fyri kommunur og privatfólk til tess at fyribyrgja, at óljóð frá virkjum, havnum, ferðslu og øðrum ikki órógvar tey, sum búgva nærhindis. Í slíkum sambandi gera vit ljóðmátingar, har tað er neyðugt. Somuleiðis gera vit ljóðsimuleringar, so viðskiftafólk okkara kunnu hoyra, hvussu ein ávís broyting fer at ávirka ljóðviðurskiftini á staðnum.

 

Nýggjastu dagføringarnar